Kongafiskur betri prís enn hýsa

Uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag góð 45 tons, sum fóru fyri knappar 620.000 krónur.

Mest var av kongafiski, umleið 10 tons. Meginparturin var stødd II, og prísurin var 8,11 krónur fyri kilo. Av svartkalva vóru eini átta tons, sum fóru fyri 27,72 krónur fyri kilo.

Umleið sjey tons vóru av hýsu, men prísurin var vánaligur. Hýsa II fór fyri 7,89 krónur og hýsa III fyri 6,76 krónur í meðal fyri kilo.

Av toski vóru eini seks tons, meginparturin III og IV, og meðalprísurin var ávikavist 13,62 krónur og 12,38 krónur fyri kilo.