Núsitandi samgongu legði hart út við sínari fullveldisætlan. Alt skuldi vera so væl fyrireiðka. Breið semja skuldi finnast, søgdu løgmaður og varaløgmaður. Men hetta varð í veruleikanum bert innantóm orð. Innpakkingarpappírið sá vakurt út, men tíverri varð pakkin við navnaspjaldrinum "breið semja" bert ein tóm tunna innan. Og tær buldra sum kunnugt sera illa.
Umráðandi at finna saman
Tá ið eg plaga at vera á fjalli í heimbygdini Miðvági, er umráðandi, at fjallmenninir norðanfyri og teir heimanfyri reka í felag. Hetta fyri at savna eina stóra gongu og síðani reka hana í rætt uttan at sleppa ov nógvum seyði. Verður ov hart rikið, ja, so leypur gongan á mannin á urias posti. Tá er ikki so stuttligt at vera fyri. Skal fjallgongan eydnast væl, er neyðugt at fjallmenninir á báðum síðum nærkast hvørjum øðrum.
Soleiðis er eisini, um ein breið semja skal finnast á ríkisrættarliga økinum. Landsstýri hevur fingið fleiri ábendingar frá føroya fólkið um, at tað er tann breiða semjan innanfyri ríkisfelagsskapin sum fólkið vil hava. Palliba og Marsanna standa í dag á urias posti, eftir at samgongan hevur snýkt seg uttanum fólkaviljan.
Veljarin kann steðga fullveldisætlanini
Fullveldisætlanin er á fullari ferð ímóti "the point of no return." Í fyrsta umfarið, hvat viðvíkur blokkstuðlinum. Varðveitir núsitandi samgonga meirilutan eftir komandi løgtingsval, so heldur 4 ára skiftistíðin fram eftir valið. Skiftistíðin byrjar 1. januar.
Men veljarin kann enn steðga hesi fullveldisætlan. Byrjast kann tann 20. november. Skal ein breið semja finnast, so er umráðandi at fólkatingslimirnir vera talsmenn fyri einari slíkari ætlan. At teir kunnu vera lobbyistar millum danskar politikkarar, soleiðis at ein góð og breið skipan kann finnast. Ein skipan sum savnar og ikki spjaður.
Semjan kann fáast í lag við at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sleppa Tjóðveldisflokkinum uppá fjall, og finna saman við andstøðuni um eina felags loysn. Eina loysn, har spurningurin um loysing verður tikin av skránni. Tann spurningin kunnu teir taka uppaftur eina aðruferð, um teir hava hug til tað. Tað sum hesir flokkar saman við flestu føroyingum fáa burtur úr einari tílíkari loysn er:
? at fólkið verður savnað
? at ein rúmligari skipan í ríkisfelagsskapinum kemur ístaðin fyri heimastýrislógina
? at ein fýra skiftistíð verður tikin av borðinum
? at einstaki føroyingurin fær størri búskaparligan tryggleika
Palliba og Marsanna! Sambandsflokkurin hevur framlagt eina greiða valskrá uppundir fólkatingsvalið. Flokkurin ynskir m.a. nýskipan í ríkisfelagsskapinum, so at ógreiðar fløkjur verða greiddar, ríkisborgararætturin varðveittur, rættartrygdin varðveitt og betri samstarv fingið í lag í felagsmálum. Valið er títt!