Konfirmatiónir útsettar til í heyst

Coronasmittan elvir eisini til, at várkonfirmatiónirnar verða útsettar til í heyst.

Prestanir hava fingið boð frá prósti – í samráð við kirkjuráð og foreldur – um at útseta konfirmatiónirnar til í heyst.

Í Hoyvík er avgerð tikin um at gera eftir áheitanini.

– Ja, vit hava útsett okkara várkonfirmatiónir. Tær verða 13. og 20. sepetember, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur í Hoyvík.

Tað er vikurnar áðrenn heystkonfirmatiónirnar, sum vera 27. september og 4. oktober.