— Konfirmatiónin er veitsla, men eisini at játta sína trúgv

— Eg leggi dent á fýra K í konfirmatiónini. Tað eru hesi: At konfirmanturin kennir Kristus og kirkjuna, sigur Ovi Brim, sóknarprestur í Nes prestagjaldi.


Pálmasunnudagur er stóri konfirmatiónssunnudagurin. Ein av konfirmatiónunum, ið verður sunnudagin, er tann í Gøtu kirkju. 29 konfirmantar skulu konfirmerast. Ovi Brim er prestur. 

 

Stuttlig tíð, men móður aftaná

Tað er týsmorgun, og vit eru stødd í Gøtu kirkju. Konfirmantarnir sita á fremstu røð konufólkamegin og mannfólkamegin og líta at vøkru altartalvuni hjá Tróndi Patursson.

Prestur hevur síðstu fyrireikingarnar saman við konfirmantunum, áðrenn stóra dagin, sunnudagin. 

— Tað er ein stuttlig tíð, tá ið konfirmantarnir ganga til, men eg má eisini viðmerkja, at eg eri móður aftaná, sigur Ovi og lær.

Les meira í vikuskiftisosialinum um konfirmatiónsfyrireikingar, bláan mánadag, gávur og hvat tríggir av konfirmantunum siga um tað at konfirmerast. Blaðið fæst í sølubúðum kring landið.