Tað var ein lívligur flokkur, sum á middegi týsdagin møtti upp á Bursatanga til útferð við Norðlýsinum. Konfirmatntarnir í Tórshavnar vestaru kirkjusókn, Vesturkirkjuni, fóru útferð. Og prestur var sjálvandi við.
Undirvísingin hendan dagin gjørdist eitt sindur ørðvísi enn vanligt.
Men undirvísing, sum hevur samband við konfirmatiónina, var tó.
Fyrst varð farið inn á Strendur, har vitjað varð í kirkjuni. Hendan kirkjan er ein av teimum gomlu í Føroyum, og okkurt áhugavert fekst at vita um hana.
Síðan varð farið yvir á Toftir, har eisini varð vitjað í kirkjuni. Men hon er í hinum endanum. Hon er spildurnýggj.
Eftir at hava spent um alt kirkjuspektrið í aldri, varð farið suður eystan fyri Nólsoynna og runt aftur til Havnar móti kvøldi.