Tað blivu 26 konfirmantar fermdir í Havnar kirkju tann 1. oktober 1905, 9 gentur
og 17 dreingir.
Á myndini eru 9 gentur og 16 dreingir, t.v.s. at ein drongur hevur ikki verið hjá fotografi saman við hinum konfirmantunum
tann dagin.
Verri er, at vit bert kenna nøvnini á tveimum av konfirmantunum, teir eru: næstfremsta rað, nr. 3 f.v.: Else Frederikke
Danielsen (Hestur), og so kenna vit gentu nr. 2 f.v. í fremstu røð, hon er Sigrid Marie Simonsen (Norðradalur).
Vónandi kunnu lesararnir hjálp okkum við at navngeva restina av konfirmantunum. Tey, sum ikki eru navngivin á
myndini eru: Cathrine Sofie Petersen, Christian Dam, Peter Edvard Arge, Peter Vilhelm Jørgensen, Joen
Andreas Rasmussen og Axel Henriksen, hesi vóru øll úr Havn. Aðrir konfirmantar vóru: Johanne Malene Jacobine
Joensen, Anna Margrethe Dagmar Ejde, Ole Cornelius Christian Hansen og Johannes Ferdinand Poulsen, øll úr Nólsoy
og hini vóru: Peter Jacob Sivart Petersen (Hestur), Thomas Martin Zakariasen (Hestur), Henriette Susanne Jacobsen
(Kaldbak), Else Cathrine Niclasen (Velbastaður), Johanne Thomeline Marie Frederikke Nybo (Hvítanes), Andrea
Sofie Mortensen (Argir), Andreas Vilhelm Sofus Nybo (Hvítanes), Mikkel Johannes Michelsen (Velbastaður).
Og so eru tað nakrir konfirmantar, sum ongan bústað hava, teir vóru: Christian Mourits Edvard Jacobsen, Mikkel Pauli
Jacobsen, Peter Johannes Niclasen, Johan Pauli Samuelsen, Daniel Danielsen og Jacob Hans Jacobsen.
Tey sum kenna konfirmantar á myndini ella liggja inni við øðrum upplýsingumí hesum samabndi vera vinarliga biðin um at
seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 214647 ella 314647.










