26 konfirmantar blivu fermdir í Havnar kirkju tann 5. oktober 1902, 14 dreingir og 12 gentur. Á myndini eru 13 dreingir og 12 gentur, t.v.s. at á myndini manglar ein drongur. Av teimum 6 dreingjunum sum standa aftast, kenna vit bert nr. 1 og 2, teir eru: Rubek Rubeksen (Havn), og Hans Christoffer Müller (Havn).
Teir 7 sum standa næstaftast: ókendur, ókendur, Johan Hans Jacob Niclasen (Hestur),
Herluf Lützen (Havn), ókendur, Emil Wejhe (Havn) og ókendur.
Av teimum 8 gentunum, sum sita næstfremst, kenna vit onga, og av teimum 4 gentunum, sum sita
fremst, kenna vit bert gentuna uttast t.h., tað er Sigga Marie Danielsen (Hestur).
Gentukonfirmantarnir, vit mangla at navngeva, eru: Anna Christine Christiansen, Jensine
Frederikke Gjoveraa, Juliane Jacobine Hansen, Anna Magdalene Diana Hansen, Jensine Lovise
Hansen, Sigrid Torbjørg Mohr, Mary Mohr, Jacobine Sofie Pouline Jacobsen Mikkelsen, Mikala
Poula Maria Poulsen, allar úr Havn, og Hansine Johanne Petra Holm (Nólsoy) og Frederikke
Johanne Samuelsen (Kirkjubøur).
Dreingjakonfirmantarnir eru: Jakob Christiansen, Johan Sofus Christiansen, Christian Sofus Johan
Helenices Danielsen, Carl Daniel Pauli Egholm, Svend Stefanus Ferdinand Svendsen, allir úr Havn.
Síðani koma: Johannes Jakob Jakobsen (Nólsoy), Bertel Jakobsen (Kaldbak), Hans Joen Henrik
Torbak (Nólsoy) og Ole Theodorius Reinert (Norðradalur).
Vit heita á lesararnar um at siga frá um tit kenna onkran av konfirmantunum. Vinarliga ringið
tel. 314647 ella 214647. Birgar Johannessen.