Konfirmantar skulu sleppa at koyra prutl

Tá ið dreingir eru 16 ára gamlir, eru teir longu uppreistrarsinnaðir og vita alt best sjálvir, heldur Halleluja - Sofus

Í framtíðini eiga 14 ára gamlir konfirmantar at fáa loyvi til at koyra prutl.

 

Tað heldur Sofus Hansen, vanliga nevndur Halleluja-Sofus. Á 40 ára hátíðarhaldinum hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd nú seinnapartin, hugleiddi hann um ferðslutrygd.

 

Skal tað bera til at læra góðan ferðslusið, er neyðugt at byrja tíðliga.

 

Tað byggir hann á egnar royndir, tí hann var bara 12 ára gamal, tá ið pápi hansara setti hann við ratti á einum bili og greiddi honum frá, at hetta var ikki at spæla við, men nakað, ein skal hava virðing fyri.

 

- Kanska er tað hetta sum ger, at eg standi her í dag, og ongan havi lagt undir gjønu torvi, sigur hann.

 

Hann sigur, at hann hevur tosað við fólk, sum hava við ungfólk at gera. Tey siga, at 14 ára gamlir deingir eru nærlagdir, fittir, og gera, sum teimun er álagt. Men longu tá ið teir eru 16 ára gamlir, eru teir uppreistrarsinnaður, gera ikki sum teir vera bidnir, teir vita alt best sjálvir, og teir læra av sínum mistøkum.

 

- Tí eiga vit at fáa eitt koyritekniskt verklag, har ungdómur kann fáa holla frálæru, sigur hann.

 

Hann vísir á, at í øðrum londum sleppa 17 ára gomul at taka teoriskeið og so sleppa tey at koyra bil, saman við einum vaksnum og hann heldur, at tað er eitt lið í at læra ungdómin at hava virðing fyri bili og ferðslu.