Hesir vóru konfirmantarnir, ið blivu fermdir í Havnar kirkju sunnudagin 10. apríl 1904: Petrine Sofie Elisabeth Hansen, Anna Kathrine Herborg Hansen, Anna Kathrine Mouritsen, Anne Elisabeth Juline Simonsen, Juliane Marie Sivertsen, Christian Carl Debess, Niclas Pauli Hansen, Ole Sofus Hansen, Valdemar Frands Jacobsen Rein, Hjalmar Lorents Kragesten, Jens Venningsted Mortensen og Magnus Edvard Samuelsen, hesi vóru øll úr Havn.
Síðani komu: Hansine Marie Sofie Jakobsen (Koltur), Thomine Jakobine Mathilde Jakobsen (Kaldbak), Valborg Simonsen (Velbastaður), Albertine Ludvigka Simonsen (Norðradalur), Niels Johan Juel Arge (Argir), Daniel Johan Frederik Niclasen (Velbastaður). Eisini vóru tað tveir konfirmantar av Tvøroyri, hesir gingu í millumskúla í Havn, teir vóru: Peter Emil Mortensen og Edvard Esbern Mortensen (seinnri Mitens).
Tann einasta konfirmantin vit kenna, er hann sum stendur aftast t.v., hann er Edvard Esbern Mortensen (Mitens) av Tvøroyri. Sum lesararnir síggja, er myndin ikki nakað at reypa av, myndin er úr einum av bókunum hjá Edvard Mitens. Um nakar veit um upprunaligu myndina, er viðkomandi hjartaliga vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Eisini fara vit at heita á lesararnar um at hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar.
Mynd: Úr bókini »Eg minnist II« eftir Edw. Mitens