Kone elevatorar í 100 ár

Í ár eru 100 ár liðin síðan finska elevatorfyritøkan Kone varð stovnað í 1910.

Kone er ein av størstu fyritøkum av sínum slagi í heiminum. Umframt lyftur framleiðir Kone eisini rullitrappur og automatiskar hurðar og portur.


Í Føroyum er tað Tórleiv Clementsen í Hósvík, sum er servicemaður hjá Kone A/S. Tórleiv, sum hevur verið servicemaður síðan 2003, er fyrsti fastbúgvandi servicemaður hjá Kone í Føroyum.

Kone A/S servicerar umleið 180 elevatorar í Føroyum.