Áhugin hevur verið stórur fyri at koma á skrivstovuna hjá Ríkisumboðnum at skriva heilsanir til Kongshúsið í sambandi við, at HKH Heindrikkr, prinsur, andaðist farna týskvøld 83 ára gamal.
Í hesum sambandi er skrivstovan hjá Ríkisumboðnum eisini opin nú leygardagin 17. februar frá kl. 10 til kl. 12, har høvið verður at skriva í kondolancubókina, sum verður liggjandi í móttøkuni hjá Ríkisumboðnum til og við týsdagin 20. februar.
Fyri at geva fólki uttan fyri høvuðsstaðarøkið sama møguleika at skriva heilsanir, er avtala gjørd við nakarar kommunur um, at kondulancubókin verður liggjandi frammi á kommunuskrivstovuni ella øðrum hóskandi stað í nakrar dagar. Bókin verður liggjandi frammi í Klaksvík 22. og 23. februar, í Runavík 26. og 27. februar og í Vági 1. og 2. mars.
Nærri upplýsingar verða at frætta frá einstaku kommununum.










