Afturlating
Kaffistovan á horninum í hjartanum á Havnini er vorðin ein institutión í høvuðsstaðnum. Ein livandi partur av býarmyndini. Fram til leygardagin 29. mars. Tá gjørdist Kondittaríið søga. Klokkan 14 vóru dyrnar stongdar ?med alla?.
Tær seks kvinnurnar, sum miðskeiðis í 90-unum tóku málið í egnar hendur, eftir at eigarin ikki helt seg til at reka Kondittaríið longur, og leigaðu Kondittaríið, hildu, at tíð var at gevast, nú fleiri av teimum hava arbeitt har í meira enn 20 ár, onkur í nærum 40 ár. Hvør lagnan verður hjá Kondittaríinum er ikki gott at vita. Tað ljóðar, at hølini fara at verða lýst til leigu. Um ein møguligur komandi leigari fer at halda fram við at reka Kondittaríið, sum vit hava kent tað, er enn púra opið.