Konan tekur við eftir mannin

Í dag fer Nestor Kirchner frá sum forseti í Argentina. Kona hansara tekur við embætinum Í oktobur vann Christina Fernandez forsetavalið í Argentina, og tí tekur hon í dag við embætinum, tá maður hennara, Nestor Kirchner, leggur frá sær.

Undir valstríðnum lovaði komandi forsetin at halda fram við at styrkja argentinska búskapin, soleiðis sum maður hennara hevur gjørt. Hon fær eisini nóg mikið at takast við, tí hóast framstig hevur Argentina framvegis stórt arbeiðsloysi, stóra inflasjón og stórt fátækradømi.

Nestor Kirchner hevur verið forseti í Argentina síðani 2001.