- Í ár hildu vit jólaaftan saman við øllum teimum nærmastu á mínari síðu. Dagurin varð hildin í Havn, har elsti beiggi mín býr saman við familjuni.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, vísir á, at seinastu nógvu árini hevur traditiónin verið dunna til døgurða jólaaftan, og soleiðis var eisini í ár. Annars ótu tey altíð ræst kjøt jólaaftan, tá hann vaks upp, men hetta er broytt seinni árini.
- Tað er gott at hava góða konu, og tíbetur tekur hon sær av øllum jólagávunum - uttan einari. Hetta er nakað, sum eg seti stóran prís upp á, tí eg eri ikki so spentur upp á at ganga runt og keypa.
Borgarstjórin sigur, at ringa veðrið um jólini ikki hevur ávirkað tey stórvegis. Tey hava hugnað sær við mati og øllum góðum, og børnini hava spælt. Møguleiki hevur eisini verið at notið jólafriðin.
Leggjast skal aftrat, at In.fo hevði samband við Jógvan Skorheim eftir fyrra ódnaðarveðrið um jólini, men hevur ikki havt samband við hann eftir herviliga ódnarveðrið í gjár, sum eisini gjørdi um seg í Klaksvík.
- Eg má siga, at okkara veðurfrøðingur, Hanus Kjølbro, hevur givið ódnarveðrinum eina nýggja dimensjón. Vit sita øll í spenningi at hoyra næstu dagføring. Hanus dugir meistarliga at greiða frá veðrinum á ein lætt skilligan hátt.
At enda ynskir borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, øllum eini gleðilig jól og Harrans signing.