24 ára gamla Havnagentan, Mariann Poulsen, traðkar nú fyri fyrstu ferð alment fram í ljósmálan hjá miðlunum. Hon hevur annars verið sera fámælt síðan Ekstra Bladet avdúkaði brúðleyp hennara við einum av mest umtalaðu drápsmonnum í søgu Danmarks, Peter Lundin. Men nú hevur hon valt at geva almenninginum sína síðu av málinum.
- Eg havi mist alt. Øll henda søgan hevur kostað mær so nógv, at eg haldi tað er tíð til at fortelja mína síðu av søguni, um hvat veruliga er farið fram, sigur hon við Ekstra Bladet í dag. Nógvir miðlar hava ringt, og eg skal hava tíð til at tosa við teir allar, áðrenn eg fari til Føroya í morgin, sigur Mariann Poulsen við Ekstra Bladet í dag.
Elskarindan ikki við barn
- Eg vildi ongantíð komið fram, um ikki tingini høvdu útviklað seg soleiðs, sum tey nú einaferð hava. Men nú vita øll alíkavæl eitt sindur, nevnliga eitt forskrúvað bílæt av sannleikanum um meg. So nú vil eg fortelja tí røttu søguna, sigur Mariann Poulsen.
Spurd um, hvør hennara rætta søga er, sigur hon at »Tað kunnu tit síggja í Go Aften Danmark í kvøld«.
Nakað vildi hon tó avsløra fyri Ekstra Bladet, millum annað at hin kvinnan, sum kallar seg fyri damuna hjá Peter Lundin, als ikki er við barn.
- Hon, sum B.T. kallar »Kirsten«, er als ikki er við barn, og Peter hevur longu lagt sak móti B.T. fyri at føra søguna, sigur Mariann Poulsen við Ekstra Bladet.










