Kona yvirkoyrd í Havn

Fyri góðum hálvum tíma síðan hendi eitt ferðsluóhapp á vegnum yviri við Strond í Havn.

Ein eldri kona skuldi fara tvørtur um vegin, men tá ið hon varð komin mitt út á vegin, varð hon rakt av einum bili. Bilførarin varnaðist hana ov seint.

Óhappið hendi beint út fyri bussskýlinum í niðaru síðu. Politiið veit ikki, um kvinnan hevði ætlað sær við bussinum.

Bilurin rakti konuna í annað beinið, og tað brotnaði illa. Aðrar skaðar fekk hon ikki, sigur politiið.