Heyst
Hesa frálíku heystmyndina tóku vit nakrar vikur herfyri, tá ið vit koyrdu oman til Lambar ein túr at venda.
Í bønum, vestanfyri húsini hjá Alberthu og Meinhardi Gaardlykke í Gerðinum, stóðu hjúnini, Mary og Dávur Emil Samuelsen, og hoyggjaðu. Hann við sláimaskinuni; hon við rívuni.
Mary og Dávur Emil búgva í Haldórsvík. Tey hava bæði seyð og kálvar at ambata gjøgnum árið, so nógv hoyggj og kraftfóður skal til. Bæði hava tey stóran áhuga fyri kríatúrum, og tey gera nógv burtur úr fyri, at kríatúrini skulu hava tað gott og trívast væl.
Seyðahús og súrhoyggjbrunnar hjá teimum standa nakað sunnanfyri bygdina í Haldórsvík.
Í fleiri ár hava tey sligið og hoyggjað nakrar teigar í bønum hjá teimum gomlu í
Lamba, sum bæði eru farin í Harrans hendur.
- Hetta er gott ískoyti til stráfóðurið, siga tey bæði.
Hoyggið verður koyrt úr Lamba og stoytt niður í súrhoyggjbrunnin í Haldórsvík.
Myndirnar av fólki í bønum í heyst fara at fækkast, nú oktober mánaði av álvara er farin at nærkast.