Kona russiska andstøðingin, sum 47 ára gamal er deyður í russiskum fongsli, sigur, at russiska stjórnin og forseti landsins, Vladimir Putin, persónliga skulu ábyrgdast fyri deyðsfallið.
- Eg veit ikki, um vit skulu trúgva hesum ræðuligu tíðindum. Men, um tey eru sonn, vil eg siga, at Vladimir Putin og vinir hansara skulu ikki sleppa uttan revsing, sigur Julia Navalnyj.
Hon heldur, at tíðin nú er komin, at altjóða samfelagið savnast og vil stríðast móti stjórnini í Russlandi.
- Vladimir Putin skal ábyrgdast fyri allar ræðuleikarnar, hann hevur framt hesi seinastu árini, sigur kona andstøðingin, Aleksej Navalnyj, sum nú er deyður í russiskum fongsli.
Tað er norska kringvarpið, NRK, sum endurgevur aðrar miðlar fyri hesar útsagnir hjá Juliu Navalnyj seinnapartin í dag.