Kona mín er bert eitt ferðafólk í Føroyum

Hvørja ferð 33-ára gamla Havnardaman Marita Thomsen og kona hennara úr Peru lenda í Vágum, darva avmarkingar ferð teirra. Kona Maritu er bert eitt ferðafólk í Føroyum

Hvørja ferð 33-ára gamla Havnardaman Marita Thomsen og kona hennara úr Peru lenda í Vágum, darva avmarkingar ferð teirra. Kona Maritu er bert eitt ferðafólk í Føroyum.

 

- Skal eg skriva, at eg eri ´støk´ ella ´gift´?, spyr Marita Thomsen. 

 

Tvístøðu – Tað upplivir Marita Thomsen ferð eftir ferð, tá hon kemur heim til Føroyar við konu sínari Fiorellu Montero. Tær hava kent hvørja aðra í seytjan ár – fimtan sum skrásettir makar. Tær hava bæði búð í Noregi, Danmørk, Peru og London, har tær hava nomið sær útbúgving. Marita sum simultan tolkur og Fiorella sum fólkalívstónlistafrøðingur. Í løtuni eru tær búsitandi í London, men tær droyma um at flyta til Føroyar. Hetta er tó ein trupulleiki hjá kvinnunum.

 

Fráferð til Føroyar

Familja Maritu hevur altíð sýnt tolsemi mótvegis samkyndleika hennara. Tískil fara Marita og Fiorella ofta til Føroyar, til tess at vitja familju og vinir. Føroyar eru eitt víðgongt samfelag viðvíkjandi rættindum hjá samkyndum. Í tí sambandi koma nógvar óneyðugar tvístøður undan kavi, tá ið fráferðin er mótvegis Føroyum.

 

- Skal eg skriva, at eg eri støk ella gift, tá ið eg skal fylla út skjøl? Skal eg nýta mína tíð at illskast inn á kommununa ella TAKS, til tess at rættvísgera, at eg eri gift, hóast parlagið ikki er galdandi í Føroyum? Ella skal eg bara taka skjótastu og lættastu loysnina og skriva, at eg eri støk og harvið avsanna tann mest umráðandi persónin í mínum lívi? At gera mun á fólki særir bæði fíggjarligt og kensluligt, sigur ein rørd Marita hinumegin hornið.

 

Røddin er viðbrekin. Tað er greitt, at hon hevu hugsað nógv um hesar upplivingarnar. Orsakað av, at Marita og Fiorella eru í samkyndum skrásettum parlagi, hava tær eingi lógarrættindi í Føroyum. Uttan ein mannligan føroyskan hjúnarfelaga, er Fiorella bert eitt ferðafólk, tí hon er ættað úr Peru. Hon kann tískil bert steðga í tríggjar mánaðir í Føroyum, eins og onnur ferðafólk. Eisini eru tær verri skikkaðar fíggjarliga, um tær ikki eru skrásettar sum hjúnarfelagir. Tískil hava tær eitt brennandi ynski um, at Løgtingið fer at samtykkja broytingarnar í hjúnarbandslógini. Ein broyting hevði opnað møguleikarnar hjá Maritu og Fiorellu. Tær droyma um at festa búgv í Føroyum, eins og at halda eitt stórt brúdleyp í røttum Hollywood anda. Nakað, sum tær ikki høvdu umstøður til, tá ið tær gingu saman í skrásett parlag fyri fimtan árum síðani.

 

Eitt neyðugt fyribilsstig

Andstøðulimir í Rættarnevndini veita sín fulla stuðul til uppskotið, sum kann loyva Maritu Thomsen, Fiorellu Montero og øðrum samkyndum at giftast borgarliga. Minnilutin í Rættarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen, hevur ein greiðan boðskap til løgtingið:

 

- Uppskotið er eitt fet á leið móti einari nútímansgerð av fólkafatanini hjá nógvum føroyingum, siga andstøðulimirnir í sínum minnilutaáliti.

 

Tó leggja teir afturat, at teir ikki hava ætlanir um at fara inn um kirkju- og samgongugátt við rættindunum hjá samkyndum at giftast.

 

- Kirkjan og samkomurnar skulu sjálvar taka støðu til, hvørt samkynd skulu vígast í Kirkjuni og samkomuni í framtíðini, siga Páll á Reynatúgvi og Kristin Michelsen í sínum minnilutaáliti.

 

 

Les meira um uppskotið og avbjóðingarnar hjá Maritu Thomsen og Fiorellu Montero í Sosialinum hetta vikuskiftið.