Kona Malmros drap barnið

– Jú, tað passar at nýggi filmurin hjá mær byggir á mín egna sorgarleik, tá kona mín fyri 29 árum síðani drap níggju mánaðir gomlu dóttir okkara í eini psykosu. Tað váttar Nils Malmros í blaðsamrøðu í Sosialinum, sum kom á gøtuni í Havn í kvøld, og sum verður at fáa um alt landið í morgin.

 

– Tá sorgarleikurin hendi, hevði kona mín verið innløgd í tveir dagar á Psykiatrisk Hospital í Risskov við eini manio-depressivari psykosu, men var komin heim at halda vikuskifti. Eg var tíverri úti og helt ein fyrilestur, meðan hendingin fór fram, sigur Nils Malmros við Sosialin.

 

Malmros er kendur fyri at gera filmar, sum taka støði í egnum upplivingum hansara. Einasta undantakið í so máta er filmurin Barbara, sum kom í 1997 og sum byggir á skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

 

Nils Malmros sigur við Sosialin, at fyri tað um hann tekur støði í sær sjálvum í fyrru filmunum, so er talan tó um fiktión, meðan tað í nýggja filminum eru egnu upplivingarnar í sorgarleikinum, hann vil vísa.

 

Søgan um vanlukkuliga sorgarleikin hjá Nils Malmros og konuni, Marianne Tromholt, hevur ikki verið alment kend. Tað eru nú tvær vikur síðani Nils Malmros lyftið slørið og avdúkaði, hvat nýggi filmurin snýr seg um, hevur nógv verið frammi í miðlunum hendingina.

 

– Tá eg havi valt at gera ein film um sorgarleikin hjá mær og konu míni, so havi eg jú boðið bæði fjølmiðlunum og øllum øðrum at tosa um evnið og at spyrja okkum nærri um hendingina. Tað má eg so taka við, og tað geri eg fegin, sigur Nils Malmros.

 

Helle Fagralíð, sum hevur føroyskar røtur, hevur høvuðsleiklutin í filminum sum konan Marianne, meðan Jacobse Cederberg hevur leiklutin sum Nils Malmros.

 

Filmarnir hjá Nils Malmros eru:

En mærkelig kærlighed 1968

Lars Ole, 5. c 1973

Drenge 1977

Kundskabens træ 1981

Skønheden og udyret 1983

Århus by night 1989

Kærlighedens smerte 1992

Barbara í 1997

At kende sandheden 2002

Kærestesorger í 2009

Sorg og glæde 2013

Vikuskiftisútgávan av Sosialinum kann síggjast á sosialurin.e-pages.dk/index.php www.sos.fo

 

TRAILARI AV NÝGGJA FILMINUM, SORG OG GLÆDE KANN SÍGGJAST HER: http://www.youtube.com/watch?v=4dTWAaAakNc