Kona Fogh skal dansa

Anne-Mette Fogh, sum er kona danska forsætisráðharran Anders Fogh Rasmussen, skal verða við í næstu røð av sjónvarpssendingini Vild Med Dans, sum verður send í heyst.

- Eg gleði meg til at møta øllum hinum luttakarunum og verða við í nøkrum positivum, sigur Anne-Mette, sum viðgongur, at hon segði ja upp á standandi fót, tá hon varð spurd um at verða við í Vild Med Dans.