Kona andstøðuleiðara í Zimbabwe brend livandi

Kona ein av leiðarunum í andstøðuflokkinum í Zimbabwe bleiv illa viðfarin og síðani brend livandi

Patson Chipiro var ikki heima, tá viðhaldsmenn hjá Robert Mugabe, forseta lupu á hús hansara. Teir tóku konuna, høgdu báðar føturnar og aðra hondina av henni, áðrenn teir læstu hana inni í húsunum og tveittu eina benzinbumbu inn ígjøgnum eitt vindeyga.

 

Tá Patson Chipiro kom til hús, stóðu húsini í ljósum loga. Hann rópti á konuna og royndi at sløkkja eldin. Ein smádrongur, sum hevði sæð tilburðin, greiddi honum frá, hvat var hent. Í fyrstani vildi løgreglan ikki taka sær av málinum, men seinni legði ein høgur løgreglumaður uppí, og frágreiðing er nú skrivað.

 

- Hesir ungu fáa undirvísing í ræðuleika. Teir verða brúktir til at myrða, teimum dámar tað, og teir gera tað fyri pengarnar, sigur Patson Chipiro við bretska blaðið The Times. Hann sigur, at álopsmenninir komu aftur nú eina náttina, men at teir flýddu, tá teir sóu, at hann hevði fleiri viðhaldsmenn heima hjá sær.

 

- Eg eri ógvuliga ræddur. Teir ætla at drepa meg, men eg havi einki í at velja. Tað er umráðandi, at eg eri her, og eydnast tað teimum at reka meg av landinum, fara onnur eisini at rýma. Eg ætli mær at stríðast her, sigur Patson Chipiro við The Times.