KONA

Yrking eftir Ingibjørg Haraldsdóttir

KONA


Tá ið alt er sagt

tá ið heimsspurningarnir eru

umrøddir út í æsir

tá ið eygu hava møtst

og hendur eru trýstar

í álvarsmiklum løtum

- kemur altíð onkur kona

at taka av borðinum

sópa gólvið og lata vindeyguni upp

fyri at sleppa sigarroykinum út.


Tað grettir ikki.


Ingibjørg Haraldsdóttir, Turið Sigurðadóttir týddi.


Ingibjørg Haraldsdóttir er fødd í Reykjavík. Hon tók magistaraprógv í filmsstjórnan í Moskva og var síðan í Kuba í 6 ár, har hon arbeiddi í leikhúsi. Hon fór aftur til Íslands í 1975. Hevur givið út fleiri

yrkingasøvn og týtt Dostojevski til íslendskt. "Kona" er úr savninum

"Orðspor daganna", 1983.