Tíðindi frá føroyska jamboreeliðnum
Jan á Argjaboða, ið er liðleiðari í Munin, greiðir frá, at ferðin úr Skotlandi hevur gingið væl, men øll vóru sera móð eftir at hava sitið í bussinum í 10 tímar.
Munin hevur fingið pláss í undirleguni FJORD, meðan Hugin hevur fingið pláss í undirleguni JUNGLE.
SETANIN
Áðrenn setanina samlaðust skótarnir í undirlegunum, haðani teir við enskum riddarum á odda gingu teinin til ARENA, har setanarhátíðarhaldið fór fram.
Kl 13.30 byrjaði hátíðarhaldið við fýrverki. Dansarar vístu eyðkenni fyri teir fýra partarnar av Stórabretlandi - Skotland, Wales, Nordurírland og England. William prinsur og hertogin av Kent vóru hjástaddir. Í heilsu síni legði hertogin dent á, at hetta varð høvi hjá ungdómi at læra onnur fólkasløg at kenna og hvønn týdning hetta hevur fyri at skapa frið í heiminum. Hertogin bar eisini skótunum heilsu frá ensku drottningini.
Fallskýggjaleyparar dalaðu av himni vid flagginum hjá alheimsskótarørsluni, sum síðani varð vundið á stong sum tekin um at 21. heims jamboree'in var sett.
Skótalógin og skótalyftið, ið eru felags eydkenni fyri allar skótar, vórðu lisin upp av tveimum ungum luttakarum, Dan úr Onglandi og Hannah frá Morocco.
Setanin endaði vid góðum tónleiki og rundan um føroysku luttakararnar sóust skótar úr Libanon og Ísreal taka í hondina á hvør øðrum, áðrenn skótarnir av sínum eintingum fóru at dansa í longum røðum vid ungarum, japanum, amerikanum og føroyingum millum hvør annan.
HEIMA Á LEGUØKINUM
Sunnudagin 29. juli 2007, varð nýttur til at innrætta heimið komandi 10 dagarnar. Fleiri tjøld vórðu sett upp, so allir skótarnir kundu hava eitt rúmligt innivist og fløgg, myndir og annað prýði varð sett upp, ið kann lýsa Føroyar fyri hinum skótunum.
Skótarnir vóru til virksemi á undirleguni og riggaðu sær búnarnar til við jamboree-merkinum.
Ólavssøkan varð ikki serliga sjónlig, men skótarnir ynsktu hvør øðrum góða ólavsøku og leiðararnir samlaðust eina løtu at práta og hugna sær.










