Komu til ilnar á eini matstovu

Um seks tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan í Havn boð um at nakrir mans vóru komnir til ilnar inni á eini matstovu. Og tann ósemjan endaði við at tann eini maðurin fekk nevan framman á.

 

Løgreglan veit hvør tað var, sum sló, og hann er skuldsettur fyri harðskap. Hinvegin hava tey ikki fingið greiði, akkurát hvat hendi, so í dag fara tey at avhoyra partarnar í málinun og tey vitni, sum eru.

 

Maðurin, sum varð sligin, breyt ikki nakað, men harðskapur verður ikki góðtikin, heldur ikki hóast eingin skaði stóðst av, so maðurin verður skuldsettur kortini, sigur løgreglan.