Komu og fóru samstundis

Mánadagin 1. september var samkoma hjá Postverk Føroya á Óðinshædd í Havn, tá Mortan Rasmussen og Marita Jacobsen, sum høvdu arbeitt 46 ár á stovninum fóru frá við eftirtløn. Bæði byrjaðu 1. september 1957 og góvust 1. september 2003

Mortan Rasmussen

Mánadagin 1. september hevði Mortan Rasmussen í Havn sín seinasta starvsdag á Postverkinum.
Mortan, ið er 62 ára gamal, er føddur á Kirkju á Fugloy, sonur Palmu, f. Soldal, ættað úr Sumba, og Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Rasmus í Fugloy.
Sum seks ára gamal fór Mortan til Klaksvíkar at ganga í skúla. Tá hann var liðugur við barna- og realskúlan, fór hann til Danmarkar, har hann 1. september 1957 fór í læru sum postassistentur hjá Post- & Telegrafvæsenet. Lærutíðin var trý ár, og í 1960 varð hann innkallaður til hertænastu í 16 mánaðir. Meginpartin av tíðini í danska herinum hevði hann við postin at gera til donsku hermenninar í Gaza og táverandi Belgisk Congo.
Liðugur við hertænastuna arbeiddi Mortan sum postassistentur í Danmark, til hann í 1963 kom heim aftur til Føroya og fekk starv sum postassistentur á posthúsinum í Havn. Í 1968 bleiv hann yvirassistentur og postkonrollørur í 1972.
Tá postverkið bleiv yvirtikið, 1 apríl 1976, bleiv Mortan ein av deildarleiðarunum. Hann var eisini við til at stovnað Føroya Postfelag. Í 1992 bleiv hann leiðari á marknaðardeildini á postverkinum og í 1998, tá postverkið fekk nýggjan stjóra, fekk hann nýggjar uppgávur so sum bræva- og pakkapostin í Føroyum, herundir eisini postútberingina.
Mortan giftist við Kirstin, f. Nolsøe, úr Klaksvík, dóttir Lindu, f. Skibenæs, av Skipanesi, og Georg Nolsøe, ættaður úr Vági.
Kirstin og Mortan eiga fimm børn, tey eru: Palma, sum býr í Íslandi, Georg sum býr í Havn, Rannvá sum býr í Danmark, og tvíburarnar Lindu og Rasmus sum búgva í Havn.

Marita Jacobsen

Mánadagin 1. september hevði Marita Jacobsen í Havn sín seinasta starvsdag á Postverkinum.
Marita er úr Mykinesi, hon er fødd í 1939, dóttir Maju, f. Joensen, og Eli Jacobsen, bæði úr Mykinesi.
Bæði abbin og pápin høvdu postin í Mykinesi.
Hon kom sum 15 ára gomul til Havnar at ganga í preliminerskúla og byrjaði sum skrivstovunæmingur á posthúsinum í Havn 1. september 1957. Tá hon byrjaði vóru tilsamans 25 starvsfólk á posthúsinum, harav seks vóru postboð í býnum og tvey landpostboð.
Umframt sína skrivstovuútbúgving hevur Marita tikið ymisk skeið hjá Post Danmark og merkonomútbúgving á Føroya Handilsskúla.
Síðan 1991 hevur hon verið skrivstovuleiðari á posthúsunum í høvuðsstaðarøkinum.
Marita er gift við Trygva Jacobsen, lærara, úr Vági, sonur Jesar K. Jacobsen, úr Mykinesi og Dionu f. Johannesen, úr Kollafirði.
Marita og Trygvi eiga tvey børn, tey eru: Eyðun, sum býr í Írlandi og Marjun, sum býr í Danmark.