– Eg veit ikki um folk hava nokk av grind, ella um áhugin fyri at fáa grind er minkaður.
Tað heldur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági.
Í gjáramorgunin drupu tey grind í Sandavági og hon varð býtt í drápspartar, og eisini í heimapartar til øll í Vágum.
Men tey vóru við at koma í neyð av grindini, tí tað vísti seg, at ein stórur partur av heimapartunum vórðu ikki tiknir upp.
– Tað gekk strilti at fáa folk at skera upp og sum klokkan leið, gjørdust vit eisini greið yvir, at nógv av grindini fór ikki at verða tikin upp, sigur Aimé Jacobsen.
Hon sigur at tískil skipaðu hon, og starvsfelagið hennara í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, fyri, at seta seg í samband við kvívíkingar og Vestmenningar at vita um tey vóru áhugað í at fáa grind.
Tað vóru tey og sostatt endaði ein fittur partur av grindini í Kvívík og í Vestmanna.
Borgarstjórin í Sørvági sigur, at bæði hon, og starvsfelagið hennaara í Vága Kommunu, løgdu stóran dent á, at einki skuldi fara fyri skeyti.
– Tað var okkara fremsta endamál, at einki skuldi liggja eftir, og tískil royndu vit tað, vit kundu fyri at fáa folk eftir grind og í hesum sambandi vendu vit okkum eisini til kvívíkingar og vestmenningar.
Hon dugir ikki at síggja, hví tey komu í hesa støðuna, men ein orsøk kann vera, at hóast eingin grind er deyð í Vágum í ár, hava folk kortini grind eftir frá í fjør, og árunum framman undan. Kanska hava tey, sum hava fingið drápspart eisini latið vinum og kenningum burtur av, tí tað eru nógv ár síðani, at tey hava fingið heimapart.
Eisini Eyðdis Hartmann Niclasen undrast eitt sindur á, at ein partur av grindini ikki varð tikin upp.
Hon heldur, at ein orsøk kann vera, at folk hava nokk av grind, men í hesum føri gjørdu tey eisini tað, at øll eldrabýlini eisini fingið grind.
– Tað, vit løgdu størstan dent á, var, at einki skuldi fara fyri skeyti, tí moralskt og etiskt er tað skeivt, sigur hon.
Og hon heldur eisini, at tað var kærkomið hjá vestmenningum og kvívíkingum at fáa grind, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.











