Komu kanska við rændum trolara

Indisku myndugleikarnir halda, at yvirgangsmenninir í Mumbai komu hagar við skipi.

Kanningar hjá indisku løgregluni hava avdúkað at yvirgangsatsóknin at málum í Mumbai fyrradagin var sera væl fyrireikað, og nógv bendir á, at yvirgangsmenninir hava fyrireikað seg í fleiri mánaðir.

Kapil Sibal, sum er ráðharri í vísindi og tøkni, sigur við blaðið The Times of India, at yvirgangsmenninir høvdu gjørt sokallað "eftirlitsrúm" á hotellunum Taj og Trident Oberoi med «kontrollrom». Tað vísti seg eisini, at teir vóru gjølla kunnaðir um, hvussu hotellini eru innrættað, og tí ivast ráðharrin ikki í, at tað eru fleiri mánaðir, síðani atsóknirnar vórðu lagdar til rættis.

 

Trolari hvarv

Indisku myndugleikarnir eru sannførdir um, at yvirgangsmenninir komu til Mumbai við flogfari ella eftir sjónum. Løgregluovastin heldur, at teir komu við skipi, og at teir komu til lands við smáum gummibátum.

Eitt hugsan hjá løgregluni er, at yvirgangsmenninir kunnu vera komnir við einum indiskum trolara. The Times of India skrivar frá keldum í løgregluni um ein trolara, sum hvarv fyri 14 døgum síðani. Trolarin fór til fiskiskap tann 14. november á einari fiskileið úti fyri marknaleiðini millum India og Pakistan, men reiðaríið misti sambandið við hann. Tá indiska sjóverjan kom fram á trolaran, var bara líkið av skiparanum at finna. Nú heldur løgreglan, at yvirgangsmenninir rændu trolaran og noyddu skiparan at sigla teir til Mumbai-leiðina.

 

Tamarhald á støðuni

Indisku myndugleikarnir søgdu fyrrapartin, at herurin hevði tamarhald á støðuni í Mumbai. Sagt varð, at nógv teir flestu gíslarnir vóru fríaðir, og at støðan á hotellinum Trident Oberoi var komin í rættlag. Á hinum hotellinum, Taj Mahal, var kanska ein yvirgangsmaður eftir.

Samstundis varð sagt, at servandi hermenn høvdu lopið á eina jødiska støð í Mumbai, har yvirgangsmenninir tóku fleiri fólk gíslar fyrradagin. Tað ljóðaði í gjárkvøldið, at Ísrael hevði sent servandar hermnn til India at hjálpa indiska herinum.

Indiska forsætisætismálaráðið sigur, at minst 125 fólk doyðu í yvirganginum í Mumbai, og at umleið 300 vórðu særd ella fingu skaða.