– Eg helt, at vit spældu ein góðan fyrra hálvleik og komu til nakrar kjansir, og tað gjørdu teir eisini. Hetta var ein fínur fyrri hálvleikur, segði Bogi Løkin eftir dystin ímóti HB í gjár.
– Men so fáa teir eitt mál fyri steðgin og skora beint eftir steðgin. Eg veit ikki, hvat hendi hjá okkum, men vit komu ongantíð uppaftur í gir.
Spurdur, um hann nú fer at ynskja HB-arunum tillukku við meistaraheitinum, leypir hann tó ikki á leistum.
– Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, men tað sær gott út hjá teimum, serliga eftir dystin í dag. Men eg fari ikki at ynskja teimum tillukku við meistaraheitinum, fyrr enn tað er endaligt, sigur Bogi Løkin.