Komu heilskapað inn í nýggja árið

Løgreglan hevur onga fráboðan fingið um skaðar av fýrverki

Løgreglan hevur onga fráboðan fingið um skaðar av fýrverki og sum heild skikkaðu fólk sær væl, tá farið var inn í nýggja árið.


Av løgreglustøðini verður upplýst, at samanborið við onnur ár, so var nýggjárið rættiliga friðarligt í ár.


- Vit hava ongar fráboðanir fingið um skaðar í samband við fýrverk í ár og einki harðskapsmál er skrásett í ár. Í so máta hevur talan verið um eina friðarliga nátt, hóast nógv fólk hava verið úti, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Í heimum kring landið verður nógv gjørt burturúr nýggjárinum og í trimum førum hava boð eisini verið eftir løgregluni at koma til hjálpar at loysa ósemjur millum fólk. Tey málini blivu loyst á staðnum.


Løgreglan hevur eisini fingið eina fráboðan um ein stolnan bil í Suðuroynni. Viðkomandi sum meldaði málið hevði illgruna um hvør tjóvurin var, og verður málið nú kannað.