Meðan kommunumenn arbeiddu við at leggja kloakkrør í miðbýnum í Aalborg, komu teir fram á nakað óvæntað. Undir jørðini vóru ein rúgva av beinagrindum, sum lógu niðurgravað á sama staði.
10 beinagrindir vórðu funnar í alt, og tær hava allarhelst sín uppruna frá danska borgarakrígnum Grevens Fejde, sum var síðst í 1534. Tað hava fornfrøðingar staðfest, sambært DR.dk.
Hetta er í Tiendeladen í Aalborg, og nettup her hevur ein gamal kirkjugarður frá miðøldini verið, og økið hevur eisini verið ein stríðsvøllur um somu tíð.
##med2##
Men at finna eina hópfrøv, var tað eingin sum væntaði. Hetta er ikki gerandiskostur hjá donskum fornfrøðingum, og Kenneth Nielsen, fornfrøðingur, sigur við DR:
- Hetta er gott nokk ikki nakað, vit síggja, hvørja ferð tað verður gravað í jørðina her. Vit síggja, at persónarnir hava barst, tí høvdini á beinagrindunum eru full av skaðum frá vápnum sum svørum og øðrum.