Fyri trimum vikum síðan varð ein granit gravstaður funnin í egyptiska býnum, Alexandria. Grøvin hevur ikki verið nortin í 2000 ár, og fornfrøðingar hildu, at hetta kanska kundi vera grøvin hjá Alexandur hinum Stóra.
BBC skrivar, at fornfrøðingarnir gjørdust rættiliga vónsviknir, tá teir høvdu lyft undir tunga lokið á goymda gravstaðnum.
Tað var ikki ein balsameraður kongur, tey funnu, men í staðin beinagrindir av trimum líkum og ein rúgva av skitnum kloakkvatni.
- Vit hava funnið beinagrindir av trimum persónum, sum saktans kunnu stava frá einum familjugravstaði, men tíverri eru bert beinagrindirnar eftir av líkunum.
Tað sigur Mostafa Waziri, sum er skrivari í forngriparáðnum í Egyptalandi.
Gravstaðurin, sum varð funnin fimm metrar undir jørð í samband við byggiarbeiði, er máldur at vera 2,65 metrar langur, 1,65 metrar breiður og 1,85 metrar høgur.
- Stór hol eru í skøltunum, og tað kann merkja, at talan er um hermenn, sum eru jarðaðir her, sigur Mostafa Waziri.
Tað var ein øgiligur deymur av rotnum líkum blandaðum við skitnum kloakkvatni, sum stóð úr gravstaðnum, tá fornfrøðingar byrjaðu at lyfta lokið av.
- Fornfrøðingarnir noyddust at flýggja undan ræðuliga deyminum og upp úr fimm metra djúpu grøvini, skrivar egyptiska tíðindasíðan El-Watan.
Seinni er gravstaðurin so beindur burtur, tí vandi var fyri smittu.










