Komu eftir gullinum

HB sýndi einki meistaraspæl, tá teir í seinasta dystinum vitjaðu TB, men tað mundu teir leggja vertin á. Teir vóru komnir suður eftir gullinum, og hetta fingu teir eisini, tá dysturin var blástur av

Meistarar

Gaggurnar høvdu fingið traditionellu gull-lakeringina, og hárið á ymsu leikarunum var litað bæði reytt og svart. Sjálvt brøkurnar vóru eisini skiftar, tá HB vitjaði á Sevmýru á seinasta leikdegi.
Gyltu litirnir boðaðu sjálvandi frá, at her kom meistaraliðið, men tá alt kom til alt, so var tað so sum so við meistaraspælinum. Stutt sagt, so megnaði HB ongan tíð at vísa, akkurát hví teir gjørdust meistarar, men tað mundu hvørki leikarar ella mongu viðhaldsfólkini leggja nakað sum helst í. HB vóru meistarar, longu áðrenn teir komu, og teir fóru eisini avstað sum meistarar.

Einkisigandi dystur
Um dystin sjálvan kann í stuttum sigast, at hann gjørdist akkurát so tamur, sum vandi er fyri, tá talan um dyst, har einki av liðunum hevur nakað at spæla fyri.
Longu frá fyrsta bríksli sást, at TB væl kundi spæla við í uppgerðini, og tað vórðu eisini teir, sum løgdu seg á odda, tá Alexander Radosavljevic við einum branskotið av brotsteigarmarkinum høgdi bóltin upp í hornið.
Ein skuldi kanska hildið, at hetta var tað, sum skuldi til, fyri at HB skuldi rakna við, men soleiðis var tó ongantíð.
Heldur gjørdust fyrstu trý korterini ein long oyðimarkargongd. Fleiri ferðir kom HB væl framvið, men neyvleikin í seinastu sendingini restaði mest sum hvørja ferð, og skuldi eitt dómaramistak til, áðrenn HB loksins fekk javnað.
Jan Dam dróg niðan móti miðjuni, áðrenn hann stakk bóltin inn um til Jón Róa Jacobsen, sum hevði runnið seg leysan. Lars Müller kom út ímóti, og tað eydnaðist honum eisini at blokera skotroyndini. Dómarin metti tó, at Lars hevði nýtt hondina at verja við, og so var bara ein vegur. Eisini hóast Lars við armageipan royndi at greiða frá, at bólturin altso hevði rakt seg á høvdið.
Eftirfylgjandi frísparkið smekkaði Nocko Jokovic móti málinum, og millum vinir og fíggindar eydnaðist Hans á Lag at seta innaru síðuna á, so javnleikur var støðan, tá farið varð til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki var gongdin á leið hin sama. Í øllum førum var ilt at síggja, at meistaraliðið vóru ein í yvirtali, men innan tveir minuttir fingu teir so avgjørt alt. Fyrst kom Jón Rói at standa væl fyri, tá bólturin varð sendur inn, og minuttin eftir sýndi Jokovic gott máltev, tá hann við ryggingum móti málinum bankaði bóltin upp undir tværtræið.
Við trimum málum hevði HB tryggjað sær sigurin, og at Óli Johannesen nakað seinni minkaði um munin, munaði lítið í so máta. HB leikararnir at kalla bara bíðaðu eftir seinasta bríkslinum, og tá hetta var farið, tustu viðhaldsfólkini inn á vøllin, har steyp og heiðurskrónur skuldu handast meistarunum, meðan TB í sínum seinasta dysti í bestu deildini á hesum sinni bara mátti ásanna, at teir vóru ov stuttir í ár.
Men tað var nú ikki tað, sum sunnudagurin snúi seg um. Hetta var dagurin hja´HB, og sum myndirnar sýna, so skuldi dagurin eisini haldast.

Dysturin í tølum
TB-HB 2-3 (1-1):
1-0: Alexander Rodosavljevic, 6
1-1: Hans á Lag, 45
1-2: Jón Rói Jacobsen, 58
1-3: Nocko Jokovic, 59
2-3: Óli Johannesen, 71
Dómari: Birgir Sondum.

TB: Lars Müller ? Milan Cimburovic, Óli Johannesen, Vladimir Matisevic ? Bárður Dimon, Dan Mortensen, Olivur Abrahamsen, Einar Petersen, Mortan Enni ? Alexander Radosavljevic, Kaj Roest
HB: Pól Næs Joensen ? Jóhannis Joensen Jón Rói Jacobsen, Jan C. Dam, Hans á Lag ? Tór Ingar Akselsen, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen ? Nocko Jokovic, Andrew av Fløtum