Løgreglan leitaði eftir tveimum gentum í allan gjár ì gjár lýsti løgreglan í Havn eftir tveimum ungum gentum, sum høvdu verið horvnar síðani klokkan 11 mikukvøldið.
Løgreglan lýsti eftir 14 og 15 ára gomlu gentunum bæði á miðdegi og um kvøldið.
Men klokkan 19 í gjárkvøldið komu tær afturíaftur í øllum góðum.










