Komorowski fer at vinna

Alt bendir á, at virkandi forsetin í Póllandi, Bronislaw Komorowski, fer at vinna forsetavalið í dag. Spurningurin er bara, um hann fær meiri enn helmingin av atkvøðunum, sum krevjast fyri at slepa undan einum valumfari afturat.

Teir polsku veljararnir hava ikki færri enn tíggju valevni at velja ímillum í dag, men allar meiningakanningar hava víst, at tað verður ein kapping millum Bronislaw Komorowski og Jaroslaw Kaczynski, sum er bróðir fyrrverandi forsetan Lech Kaczynski, sum doyði í flogvanlukku tann 10. apríl.

Sambært meiningakanningunum fær Komorowski millum 41 og 51 prosent av atkvøðunum, meðan Kaczynski væntandi fær millum 29 og 35 prosent.