Komorowski fekk 53 prosent

Almenna valnevndin í Póllandi kunngjørdi í kvøld, at virkandi forsetin, Bronislaw Komorowski, vann seinna umfar av forsetavalinum, sum var í gjár. Valnevndin sigur, at Bronislaw Komorowski fekk 53 prosent av atkvøðunum.

Hitt valevnið, fyrrverandi forsætisráðharrin Jaroslaw Kaczynski, fekk 47 prosent.

Úrslitið samsvarar væl við tær seinastu meiningakanningarnar undan valinum og tær fyrstu forsagnirnar, sum komu, eftir at valhølini høvdu latið aftur í gjárkvøldið.