1015 metrar av tilsamans 11.250 metrum. Tað er status á Eysturoyartunnlinum hesa vikuna.
Í síðstu viku blivu 17 metrar boraðir á Strondum, so nú eru tilsamans 622 metrar boraðir eysturoyarmegin. Á Hvítanesi blivu 23 metrar sprongdir í alt í síðstu viku, so har eru tilsamans 393 metrar lagdir afturum.
Orsøkin til, at tað blivu lutfalsliga fáir metrar sprongdir tilsamans, er tí at í báðum støðum blivu síðutunlar til tøknihús gjørdir eisini. Báðir eru 16 metrar langir.
Tað skrivar P/f Eystur- og Sandoyartunnil á heimasíðu sínari.