Komnir langt við bjargingarætlan

- Tað er altíð ein møguleiki, at vit fara á heysin, men vit trúgva uppá tað og eru komnir rættiliga langt við bjargingarætlanini, sum longu kann koma í ovurmorgin, greiðir Todi Jónsson, stjóri í FC Amager, frá, sum tó ikki noktar fyri, at felagið enntá roynir stuðlskonsert og stuðulsdyst fyri at fáa endarnar at røkka

Danskir miðlar hava í longri tíð gjørt nógv burturúr FC Amager, sum byrjaði sum ein øgiliga bjartskygt ætlan, sum nú er í sera tungum sjógvi.

Tó vil Todi Jónsson ikki siga, at felagið er um at fara á heysin.

- Vit arbeiða við eini heildarætlan. Vit royna millum annað at fáa spælararnar ein fimting niður í løn, men tað vilja teir sjálvandi ikki ganga við til, fyrr enn heildarætlanin er klár, staðfestir Todi Jónsson. Hann leggur tó afturat, at tað als ikki er nakað loyndarmál, at FC Amager hevur stórar fíggjarligar avbjóðingar.


Útseta dreymin

Todi Jónsson er tó avkláraður við, at felagið ongan møguleika at klára seg so væl, sum ætlanin var.

- Vit hava á ongan hátt slept dreyminum hjá okkum. Men vit hava útsett hann. Tá vit byrjaðu var stórt bjartskygni, og hetta bar okkum langt. Fíggjarkreppuna kundu vit ikki spáa um, men nú felagið klárar ikki ætlanirnar nú, tí tað klára íleggjararnir hjá okkum heldur ikki. Hetta merkir, at vit mugu revidera málsetningin, og beint nú arbeiða vit við eini ætlan, ið skal halda okkum í gongd til 1. juli, sigur Todi Jónsson.

Todi Jónsson hevur leingi sagt, at FC Amager arbeiðir við fíggjarligum loysnum. Men nýstani nú greiðir hann frá, hvat tær ítøkiliga eru.

- Eg kann ikki siga ov nógv um tað, men tað gongur fyrst og fremst út uppá, at fáa íleggjararnar at seta meiri pening í fyritøkuna, staðfestir Todi Jónsson.


Dysturin ikki til lønir

Í seinastu viku spældi FC Amager ein venjingardyst ímóti FC Nordsjælland, sum teir kallaðu ein stuðulsdyst. Um stutta tíð verður eisini ein stuðulskonsert. Hetta hava danskir miðlar tikið upp, sum um at tað var fyri at kunna gjalda lønir, men hetta avsannar Todi Jónsson.

- Vit kallaðu tað stuðulsdyst, fyri at tey, ið hava kenslur fyri felagnum kundi fáa ein møguleika at stuðla rakstrinum hjá okkum, men mann fær ikki nógvan pening fyri ein tílíkan dyst, og tað er skeivt at siga, at tað er til lønir, sigur Todi Jónsson. Hann noktar tó á ongan hátt fyri, at ein stórur partur av rakstrarútreiðslunum fer til lønir.


Bara fíggjarligar trupulleikar

Hóast FC Amager sær út til at vera illa fyri fíggjarliga, so er Todi Jónsson ikki bangin um ítróttarliga partin.

- Vit klára ikki at tiltrekkja teir bestu leikararnar, men potentiali og tað ítróttarliga eru framvegis góð, sigur Todi Jónsson, sum staðfestir, at málsetningurin í felagnum er broyttur. Nú er málið fyrst og fremst at brúka minni pening enn teir hava.


Pressan fylgir teimum spennandi

Hóast fjølmiðlarnir hava fylgt FC Amager øgiliga tætt í seinastuni, so heldur Todi Jónsson ikki, at teir eru verri fyri, enn nakað annað felag.

- Tað sigur seg sjálvt, at pressan vil fylgja okkum, tí vit eru ambitiøsir. Tá tað nú ikki gongur so væl hjá okkum, so fylgir pressan okkum sjálvandi eisini. Kolding lækkaði longu í desembur lønirnar hjá teimum, men tað leggur pressan minni í, sigur Todi Jónsson.


Eik og sponsoravtalan

Hvørja ferð FC Amager spælir dyst, so stendur Eik á blusunum hjá felagnum. Nú bæði Eik og FC Amager síggja út til at klára seg minni væl, so ætlar Eik á ongan hátt at sleppa avtaluni.

- Vit fóru í gongd við eina sponsoravtalu fyri trý ár í summar, og henni ætla vit als ikki at sleppa, og tað hevur ikki ein gong verið upp á tal, staðfestir Bjarni Olsen, stjóri í Eik. Hann leggur tó afturat, at Eik ikki hevur nakrar ætlanir um at seta pening í FC Amager.