Komnir heim sjúkrameldaðir

Tveir føroyingar, sum í starvi hjá El-Service á Karstensens Skibsværft í Skagen í Danmark, fingu eitt el-skáp niður yvir seg, brákaðu sær ryggjageislar og eru sjúkrameldaðir. Hetta er fyrsta óhapp hjá El-Service i Danmark í 19 ár

28. september vóru tveir føroyskir elektrikarar fyri einum arbeiðsóhappi á Karstensens Skibsværft í Skagen.
Teir skuldu seta upp eitt el-skáp og høvdu sjálvir tikið nakrar tryggingar burtur. Skápi stóð skeivt, og tá ið teir í hond ætlaðu at skumpa skápið upp á pláss, fingu teir tað 800 tons tunga skápið niður yvir seg.
Menninir vóru hepnir, at teir sluppu við at bráka ryggjageislar.
John Eli Olsen, stjóri í El-Service á Skála sigur, at óhappið ikki var nakað óvanligt, hóast hetta er fyrsta óhapp hjá El-Service í 19 ár.
Arbeiðseftirlitið fór beinanvegin eftir El-Service og kravdi, at nakrar mannagongdir vórðu settar í verk.
- Onkur krøv vóru í lagi, men arbeiðseftirlitið visti ikki, at vit hava ISO 9000 góðkenning og mannagongdir, sum helst eru tær bestu í Norðurlondum, sigur John Eli Olsen.
Eftir óhappið hava tey í El-Service gjøgnumgingið mannagongdir aftur, og tær eru nú enn betri, so vandin fyri óhappi er minni nú, sigur John Eli Olsen.
Teir báðir menninir eru royndir og hava arbeitt hjá El-Service øll árini.
Eftir óhappið vórðu teir sjúkrameldaðir í nakrar vikur, men John Eli Olsen vil hava teir at binda frið longri enn so, tí skaðar í rygginum eru ikki til at spæla við