Kommunuvalið steðgar tingarbeiðnum

Veruligur fundur við fullari skrá, verður ikki aftur í tinginum fyrr enn hálvan november

Tingfundur verður fríggjadagin 4. november, men tá er bert framløga á skránni.

 

Næsti veruligi tingfundurin verður ikki fyrr enn týsdagin 15. november. Tað kann vera, at ikki so nógv mál eru at leggja fram fyrr enn tá, men høvuðsorsøkin til langa steðgin er, at við 8.november hava kommunuval.

 

Og sjálvdan - um nakrantíð - hava so nógv  ingfólk verið partur av kommunuvalinum, sum hesaferð. Heili 14 tingfólk bjóða seg fram til at vera við til at stýra onkrum av kommununum.

 

Orðaskifti hevur verið um, hvørt tingfólk eisini kunnu sita sum ovastu politisku leiðararnir í kommununum. Í løtuni er ongin lóg sum forðar fyri hesum, burtursæð frá, at býráðini skulu góðtaka, at býráðsformaðurin eisini røkir ein tingsess.

 

Býrðaðsformnennirnir í Havn, Vestmanna og á Tvøroyri hava fingið loyvi til hetta, meðan Klaksvíkar býráð noktaði Jógvani Skorheim eisini at røkja tingsessin, skuldi hann vera borgarstjóri í Klaksvík.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur fleiri ferðir sagt, at verður hann valdur aftur til borgarstjóra, so sigur hann tingsessin frá sær.