Eitt av innsløgunum verður eitt sofaprát, har vit hava heitt á borgarar í Tórshavnar kommunu um at senda spurningar til okkum, sum valevnini skulu svara uppá og kjakast um. Vit hava longu fingið fleiri spurningar, og tað, sum verður serliga stuttligt við hesum innslagnum, er, at valevnini framanundan ikki vita, hvørjar spurningar tey fáa.
Millum luttakararnar er eisini Demokratia, og tey seta spurnartekin við, um Tórshavn er fyri øll.
Demokratia hevur bjóðað valevnum úr øllum listum til pallborðsfund, har tey fara at kjakast, um tað hevur týdning at hugsa um fjølbroytni í umboðanini av aldri, uppruna, kyni, øki, førleika, sosialum bólkum o.ø., tá vit arbeiða við og skapa karmarnar í kommununi.
Fólksins er tiltak, sum vit í Tórsgøtu skipa fyri - í ár í samstarvi við SamFelagið. Endamálið við Fóksins er at skapa eitt rúm, har fólkið kann savnast fyri at práta, lurta, læra og kjakast um viðurskifti, ið viðvíkja føroyska samfelagnum og borgarunum, ið her búgva. Í felag skapa vit møguleikar til prát og kjak - borgarar sína millum og millum borgarar og politikarar, feløg og stovnar.
Tiltakið er í Perluni leygardagin 7. novembur kl. 16-00, og tað verður eisini stroymt á Facebookvanganum hjá okkum, skriva starvsfólkini í Mentanarhølunum í Tórsgøtu í tíðindaskrivi.