Guðrun M. Hansen
Valevni á javnaðarlistanum í Gøtu
Hetta var ein skúli, ið hevði nógv at bjóða børnum, ungum og eldri eftir tátíðarmeti.
Sum ung og sera ítróttaráhugað var eg sera glað fyri hesa loysn. Nú kundu vit øll: børn, ung og eldri hava gleði av at nýta skúlan á ein hátt, ið hóskaði til tíðina. Okkara skúli taldist ímillum teir fremstu skúlarnar, hølum viðvíkti.
Serliga var eg fegin um fimleikarhøllina og svimjihylin, og var eg ein av teimum, ið nýtti gott av at hava bæði fimleik og svimjing í kvøldskúlahøpi og á annan hátt.
Hetta var ein nýggjur og góður møgulleiki hjá fólki, ið hevði henda áhuga, og tað vóru nógv.
Í dag seta vit øll størri krøv. Í dag er meira aktivitetur í frítíðini, enn tað var tá og tíðirnar eru broyttar sera nógv hesi árini.
Mín metan er, at tíðin er farin frá hesum at hava kombineraða fimleikarhøll / svimjihyl.
Nú eru tíðirnar betri, so mín hugsan er, at vit eiga at gera ein skúla til børn, ung og eldri, har tú kanst hava fleiri ítróttargreinar alt árið.
Her verður hugsað um: Badmiton, fimleik, flogbólt, borðtennis, svimjing, fólkadans og hvat annars kann vera, tá ið tú hevur eina fimleikarhøll og svimjihyl hvør sær.
Hetta síggi eg sum ein fyrimun bæði fyri skúlan og fyri frítíðaraktivitetir í bygdini. Tíðin er komin til, at vit gera hetta betri. Vit eiga ikki at sovna, og lata onnur yvirhálað okkum á hesum øki.
Gott hevði verið, um vit kundu bjóða fólki tað soleiðis, at tey kundu gjørt allar ítróttargreinar alt árið. Ikki kapping ímillum ítróttargreinarnar, men har børn, ung og eldri frítt kunnu velja hvat tey hava hug til.
Vit hava eitt blómandi vinnulív og nógv arbeiðspláss, sum jú eru ein lívstreyt, men kanningar uttanlands vísa, at skal ein kommuna vaksa, og fólk trívast, so er neyðugt at lokalsamfelagið t.v.s. kommunan hevur nøkur tilboð at bjóða borgaranum. Tað vil siga barnaansing, sum vit jú hava, men frítíðarvirksemið fyri børn, ung, og vaksin kundi verið nógv betri, fingu vit eina fimleikarhøll burturav til fimleik, badmiton, flogbólt, borðtennis, fólkadans o.a.
Hetta er mítt hjartamál, nú eg stilli upp til kommunuval.
Vit eiga eisini at arbeiða fyri at byggja eitt eldrasambýlið, so sum Fuglafjørður, Skála og Eiði hava gjørt. Hetta skilda vit okkara gomlu, og hetta er eisini eitt av mínum hjartamálum.Annars gott val.










