Kommunuvalið 9. november

Nú nærkast kommunuvalið í hvørjum, og graml hevur eisini verið um onkrar nýggjar valevnislistar. Nógv umtalaði kvinnulistin var ein, og einaferð varð eisini prátað um ein Havnarlista. Stigtakararnir skulu tó bera skjótt at, um teir ætla sær við, tí freistin at lata listar inn er sett

Tosað hevur verið um tveir nýggjar listar til komandi kommunuval. Kvinnulistan og ein sonevndan Havnarlista.
Einki hevur tó verið at hoyrt aftur um hesar listarnar. Men nú byrjar tíðarfreistin at stramma samanum, og skulu nýggju listarnir við, hava teir júst ein mánaða at leggja seinastu hond á arbeiðið.
Lógin sigur greitt, at valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum í hendi fýra vikur áðrenn valdagin, og í ár er freistin at lata listarnar inn, sett at vera 9. oktober, kl 18.
Fyri at verða galdandi, skal listin hava ímillum 15-25 stillarar.
Lógin um kommunuval ásetur eisini, at valið skal fara fram annan týsdag í november, sum í ár fellur á 9. november. Tá verða kommunuval sostatt hildin um alt landið.

Ein skylda
Jens Marius Poulsen, á býráðnum í Havn, greiðir frá, at tey, ið verða stillað, hava ikki loyvi at nokta.
? Um eg velji at stilla teg, so hevur tú ikki loyvi at siga nei. Kommunuvalini fungera ikki á sama hátt, sum løgtingsvalini, har tú stillar upp. Hetta er ein skylda, ið áliggur øllum borgarum, sigur Jens Marius.
Víðari sigur hann, at tað er tí, at teir velja ikki at kalla tað býráðspolitikarar, men heldur borgarlig umboð. Tað er ein skylda, at gerast eitt borgarligt umboð, um tú verður valdur til tess. Vilt tú ikki, skal skrivlig umsókn sendast til valnevndina, har frágreiðing skal gevast. Tað kann vera sjúka ella okkurt tílíkt.
Men av og á standast trupulleikar av hesi skipanini.
? Í summum bygdum kann hetta elva til trupulleikar, tá fólk hava til fragd at stilla mammu og dóttur á hvør sín lista, í berari óreinheit. Tá tekur eitt familjustríð seg ofta upp, og familjan fer í tvíningar. Men hetta hendir ikki í Havn, tí her eru viðurskiftini meiri skipað, staðfestir Jens Marius, at enda.