Ingun Simonsen
Valevni fyri kvinnulistan í Skopun
Fleiri dagrøktarmammur eiga at verða settar til nýggi barnagarðurin er vorðin veruleiki og børn frá 7 til 10 ár eiga eisini at verða havd í huga, tá ið nýggi stovnurin kemur, tí fleiri av hesum børnunum hava tørv á ansing, tá ið foreldrini eru til arbeiðis og tí stimbran ein slíkur stovnur kann geva. Dagrøktarmammurnar eiga at fáa leiku og annað frá kommununi, sum tørvur er á, soleiðis at børnini verða stimbrað í mest møguligan mun, eisini eiga hesar at hava eitt stað tær kunnu hittast í minsta lagi eina ferð um vikuna saman við børnunum. Øll foreldur, ið vilja til arbeiðis, eiga ótarnað at sleppa til arbeiðis og at fáa børn síni ansað.
Skúlin nøktar als ikki tørvin á hvørki hølum ella umstøðum og nú loyvt er kommununum at hava forskúlaflokkar, eigur hetta at vera ein sjálvfylgja at arbeiða víðari við, so tað gerst veruleiki.
Bókasavn eigur at vera á hvørjum skúla, hetta bókasavn skal vera ein hjálp til at børnini og tey ungu kunnu mennast og gerast sjálvstøðug menniskju.
Skúlagarðurin eigur at vera so háttaður, at ikki bert tey, sum spæla bólt, kunnu vera har, men eisini tey, ið hava onnur áhugamál.
Eisini skúlaheilsusystir og serlærarar eiga at hava góð hølir at vera í, so sleppast kann undan at skúlabørnini í tíð og ótíð fáa frí úr skúla vegna vantandi hølir.
Kommunalir vegir mugu haldast í forsvarligum standi, so bæði ung og eldri kunnu ganga úti eisini í hálku og eiga øll at hava sama rætt at fáa reint vatn og rætt trýst.
Tá ið nýggja Sandoyarferjan kemur, fer hetta at geva bygdini heilt aðrar møguleikar enn í dag og kommunan eigur at hava í huga at stimbra upp undir nýggjar vinnuvegir, soleiðis at tilflyting verður til bygdina, ístaðin fyri fráflyting.
Í fleiri ár hevur eingin lækni verið í bygdini. Hetta eigur kommunan at arbeiða við. Læknin eigur at fáa hølir at arbeiða í, ið kunnu nýtast til viðtalur minst eina ferð um vikuna, so at tey gomlu og tey, ið ikki hava bil, kunnu fara til lækna í síni heimbygd.
Vetrarfriðing má eisini standa ovast á listanum yvir framtíðarmál hjá kommununi, flestu bygdir í Føroyum eru vetrarfriðaðar og í einum nútíðarsamfelag eigur tað at vera ein sjálvsagdu rrættur at fólk og fæ eru atskild.