Kommunuval í Íslandi

Valhølini í Íslandi lóti upp klokkan níggju í morgun, og til klokkan 22 í kvøld kunnu íslendingar gera av, hvør skal manna kommunustýrini tað næsta valskeiðið. Tær fyrstu forsagnirnar koma væntandi stutt eftir, at valhølini hava latið aftur.

Meiningakanningar undan valinum hava gjørt, at tað er stórur spenningur um úrslitið í fleiri av teimum stóru kommununum, og at nógv nýggj andlit væntandi koma upp á tann kommunalpolitiska pallin í kvøld.

Í Reykjavík er stórur spenningur um úrslitið. Ein meiningakanning, sum Capacent hevur gjørt fyri Ríkisútvarpið, og sum bleiv alkannakunngjørd í gjátkvøldið, vísir, at Besti Flokkurin, sum nakrir skemtarar hava stovnað, fær seks býráðslimir. Fyri nøkrum døgum síðani gav ein onnur kanning flokkinum sjey limir í býráðið.