Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at Klaksvíkar kommuna ynskir at takka Rúna Rasmussen fyri hansara virðismikla arbeiði í kommununi, og ynskir honum alt tað besta framyvir.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna.
Tað verður John Færø, trivnaðarstjóri, sum verður virkandi kommunustjóri, inntil nýggjur kommunustjóri verður settur.
Rúni Rasmussen tók við starvinum sum kommunustjóri 1. aug. 2021. Starvið sum kommunustjóri var áramálasett í 5 ár.