Kommunustjórin biðið um at verða loystur úr starvi

Á býráðsfundi í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eina umsókn frá Jens Mariusi Poulsen, kommunustjóra, um at verða loystur úr starvi í summar. Eftir at hava verið burturi úr Føroyum í eini 20 ár, kom Jens Marius Poulsen 1. juni í 1979 í starv sum leiðari fyri líkningardeildini hjá Tórshavnar kommunu. Sløk seks ár seinni var hann settur sum skrivstovustjóri hjá býráðnum. Í umleið eitt ár var Jens Marius virkandi býráðsskrivari, til Høgni Mohr tók við starvinum í 1987. Tá Høgni gavst í 1992, tók Jens Marius við sum býráðsskrivari, og tað starvið hevur hann røkt síðani. Fyri fimm árum síðani var starvsheitið broytt til kommunustjóri.

? Hesi árini havi eg verið við til at ført Tórshavnar kommunu frá kúlupenninum til nútímans umsiting. Eg kann nevna, at Tórshavnar kommuna var fyrsta arbeiðspláss í Føroyum, sum fór at brúka tekstviðgerð á teldu, sigur Jens Marius, ið hesi skjótt 30 árini hevur framt fleiri nýbrot.

Fer ikki at keða seg

? Eitt tað størsta og helst sjónskasta avrikið man vera Snarskivan, sum læt upp í november 2000. Sum heild hevur hetta verið ein góð og spennandi tíð, har tað hevur verið stuttligt at verið partur av stórari framgongd á mongum økjum, umframt at eg hesi árini hava havt nógvar og góðar starvsfelagar rundan um meg.

Jens Marius Poulsen fyllir 67 í summar, og skemtandi heldur hann fyri, at hann »heldur vil finna hurðina sjálvur, enn at verða borin út«. Hann er virkin og hevur fleiri frítíðarítriv, so eingin vandi er fyri, at hann fer at keða seg, tá starvstíðin er av, skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðu síni.