Eyðun Mohr Viderø
valevni á lista A
Uttan iva vilja øll síni heimbygd tað besta, og í hesum døgum bjóða valevni seg fram til komandi kommunustýrisval.
Á Sandi hava vit á lista A gjørt eina valskrá/arbeiðsætlan, ið ikki bert er eitt hugskot, men sum vit veruliga ynskja at fremja í verki!
Við tað, at ein bygd sum Sandur fíggjarliga er rættuliga nær tengd at vinnu-møguleikunum á staðnum, so er eyðsæð, at sera umráðandi er, at umstøðurnar á havnaøkinum eru nøktandi, men her vænta bæði liðugtgerð av sjálvari nýggju havnini, og ábøtur á keiøkið uppi á landi, serliga við flakavirkið. Vinnan skapar inntøku, og ikki fyrr tað er í lagi, kunnu vit seta tiltøk í verk uppi á landi til frama fyri fólkið á staðnum!
Tá inntøkumøguleikarnir eru til staðar, kunnu vit gera onnur tiltøk til frama fyri borgararnar. Her verður, sum støðan er í løtuni, serliga hugsað um kloakviðurskiftini, um skúlaviðurskiftini hjá smærru børnunum, og um umhvørvið annars, við atlitið til okkara sermerktu vøkru náttúru so sum Sandsvatn v.m.
Síðani koma umstøðurnar til trivna hjá okkara uppvaksandi ættarliði, og tí verður neyðugt at útbyggja Sandoyar Meginskúla við eini ítróttarhøll.
Men ein fyritreyt fyri øllum ynskjunum er, at kommunustýrið førir ein neyvan og skinsaman fíggjarpolitikk, og tað er aðalmál okkara á lista A.
Fyri at náa hesum biðja vit um tykkara stuðul á valdegnum 9. nov.!










