Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs hevur á fundi í gjár tikið avgerð um, at Kommunuskúlin verður mentanar- og virksemishús.
Samstundis skal Venjingarskúlin verða Fróðskaparsetur, og nýggjur skúli verður bygdur í Vesturbýnum.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráð.
- Vit hava leingi bíðað eftir einari avgerð, um Venjingarskúlin skuldi skifta endamál til Fróðskaparsetur.
- Nógv bendir nú á, at verður endaliga støðan. Tí hava vit avgjørt, at fara undir at fyrireika bygging av nýggjum skúla beinanvegin til Kommunuskúlan og Venjingarskúlan, sigur hon.
- Nú henda avgerð er tikin, fer Býráðið at virka fyri, at vit koma á mál so skjótt sum møguligt, leggur hon afturat.
- Tá ið so stór avgerð skal takast, ber ikki til at ganga fremsta ynski hjá øllum borgarum í Havn á møti. Men vit kunnu tryggja, at øll børn í Havn fáa tað best hugsandi skúlatilboðið og tað hevur skund, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur, at nýggi Vesturskúlin fer at vera sera væl útgjørdur.
- Vit fara nú saman við leiðslum, starvsfólki og skúlastýrum at leggja eina ætlan fyri, hvussu henda tilgongd verður skipað á bestan hátt, sigur forkvinnan í Mentanarnevndini.










