Eg ætli mær ikki at taka dagar ímillum hvør av samgonguflokkunum eigur størstu æruna av tí vandapolitikki sum førdur er farna valskeið - hetta býti skulu teir sjálvir sleppa at standa fyri.
Men tá fólkaflokkurin tekur sær æruna av, at kommunuskuldin er niðurgoldin til helmingin av tí sum hon var fyri fýra árum síðan, so haldi eg at reyp fólkafloksins er farið langt út um tað teir kunnu loyva sær - ikki minst moralskt.
Sum formaður í einum av størru kommununum seinastu átta árini kann eg upplýsa fyri fólkaflokkinum og Føroya fólki annars, at fólkaflokkurin als ongan lut eigur í, at kommunuskuldin er niðurgoldin til tað sum hon í veruleikanum er í dag. -
Saman við 5-ára lániavtaluni sum kommunurnar fingu við lániveitarar sínar, uppgangstíðirnar í samfelagnum, og ábyrgdafulla fíggjarpolitikkin hjá kommununum hevur tað eydnast kommununum at gjalda niður uppá lániskuldina - soleiðis at flestu kommunur í dag hava vunnið sítt kredittvirði aftur og tí kunnu virka sum frælsar kommunur uttan íblanding av øðrum myndugleika.
Spurningurin er um fólkaflokkurin og samgongan annars kann siga tað sama um fíggjarstøðuna í føroyska landshúsarhaldinum - meta hesir flokkar at føroyska samfelagi hevur vunnið tað fíggjarfrælsi sum skal til fyri at veita ta trygd sum borgarin hevur brúk fyri?
Onki er at ivast í ,at mangur føroyingur stendur spyrjandi í dag og tað av góðum grundum.
Spurningarnir eru annars mangir sum hanga í luftini ósvaraðir - m.a. hvussu fólkaflokkurin og samgongan annars ætla at fíggja tær 400 mill. kr. sum blokkurin minkar á nýttárinum.
Ikki bert Sambandsflokkurin ynskir eitt greitt svar,men tað vil føroya fólk eisin hava - hetta hava tey krav uppá.